Nevndirnar í Runavík

Býráðið í Runavík hevur skipað seg við Rodmundi Nielsen í formanssessinum. Tær fimm nevndirnar eru eisini mannaðar við trimum limum í hvørjari nevnd

Av misgávum komu nakrir av nevndarlimunum skeivt fyri, tá vit skrivaðu um nevndirnar í síðstu viku. Tí taka vit afturí aftur nøvnini í nevndunum í Runavíkar býráði.

Rodmundur Nielsen fekk flestar persónligar atkvøður, og hann verður býráðsformaður, meðan Hans Petur Ellingsgaard verður næstformaður.

Býráðsformaðurin er altíð formaður í fíggjarnevndini, og afturat sær hevur hann Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Ragnar S. Olsen. Eykalimirnir eru Hans Petur Ellingsgaard og Marja Lamhauge.

Í teknisku nevnd sita Hans Jacob Lamhauge, formaður, Regin Olsen og Kári P. Højgaard.

Havnanevndina manna Kári P. Højgaard, sum er formaður, Hans Tausen Olsen og Marja Lamhauge.

Marja Lamhauge er formaður í sosialu nevnd og afturat sær hevur hon Sæunn Ólavsdótti Hansen og Hans Tausen Olsen.

Í mentanarnevndini sita Hans Petur Ellingsgaard, formaður, Ragnar S. Olsen og Regin Olsen.

Umframt at býráðslimirnir sita í nevndum býráðsins, eru teir eisini limir í ymsum stýrum.