Tað er løgmaður, sum skal velja teir fýra limirnir í Fíggingargrunninum, sum síðani í felag velja 5. limin, nú grunnurin kemur á føroyskar hendur.
? Viðtøkurnar eru gjørdar, og nú er bert eftir at velja limirnir, og tað verður gjørt fyrsta dagin, sigur Anfinn Kallsberg.
? Tað skuldi verið gjørt beint eftir ársskiftið, men av tí at grunnurin bert hevur tvær uppgávur, hevur tað lítlan týdning, um nakrar dagar ganga, áðrenn hetta verður gjørt, sigur løgmaður.
Ein uppgáva er at vera eigari av partafelagnum í Føroya Banka og hin er rættarmálið millum grunnin og Den Danske Bank, men sum danska stjórnin formliga hevur yvirtikið.
? Tað eru tí ikki tey stóru málini sum nevndin skal taka støðu til hvønn dag, sigur Anfinn Kallsberg.
Tá nevndin fyri Fíggingargrunnin er vald, verður hann lagdur undir fíggjarmálastýrið.