Hondbóltur
Sunnudagin komandi hevur Hondbóltssambandið aðalfund. Ein aðalfund, sum vanliga er av teimum meira friðarligu, men sum í ár hevur fingið ein heilt nýggja dimensión.
Tað er nevnliga so, at mest sum allir nevndarlimirnir hvør í sínum lagi hava gjørt av at kasta handklæði í ringin ? fyribils í øllum førum ? og hetta ger, at ein heilt nýggj leiðsla helst skal finnast sunnudagin.
Uppslitin
Petur Ove Petersen er í løtuni formaður í HSF, og hann váttar, at støðan í løtuni er tann, at mest sum eingin av starvsnevndarlimunum heldur fram. Hesi hava annars verið fýra í tali, Thurid Samró, Kári Durhuus og Svein Rógvi Nielsen, umframt formannin sjálvan.
Thurid verður ikki í Føroyum komandi tíðina, og tí er tað vónleyst hjá henni at taka nakran nevndarsess, og frá hinum trimum tykjast felags boðini at vera, at teir í løtuni ikki hava ta orkuna, sum krevst til ein slíkan nevndarsess.
- Sjálvur hevur Petur Ove sitið sum formaður í HSF síðani 1996, við einum vanligum borgarligum starvi við síðuna av, er tað mest sum givið, at tað skal verða tungt. Somuleiðis hava Kári og Svein Rógvi havt sítt at síggja til í gerandisdegnum, umframt at báðir eisini hava verið aktivir sum venjarar.
Tí er frágreingin mest sum einvíst, at nevndarlimirnir eru uppslitnir.
Stór fet tikin
Eitt er, at nevndarsessirnir nú skulu mannast av nýggjum, men tað skerst ikki burtur, at spurningurin um bygnaðin hjá HSF kanska skuldi verið endurskoaður samstundis.
Við verandi bygnaði er tað nevnliga soleiðis, at ein lutfalsliga heilt stórur partur av fyrisitingarliga arbeiðinum hvílir á herunum á teimum, sum eru í starvsnevndini.
Og tað skerst ikki burtur, at hesi seinnu árini hava framt eitt megnar arbeiði fyri føroyskan hondbólt. Seiansta tíggju ára skeiðið hevur eitt miðvíst arbeiði verið gjørt, til tess at menna føroyskan hondbólt. Einamest á tann hátt, at skipað landsliðsarbeiði aftur er farið fram.
Tá hesin aktivitetur var størstur ? í 2000 ? vóru ikki færri enn seks landslið hildin koyrandi í senn, og tað er einki at siga til, at hetta krevur orku. Fíggjarliga skal í øllum førum nógv til, fyri at kunna svara hvørjum sítt, og ikki minst krevur hetta nógv av umsitingini, sum skal stýra hesum.
Formaðurin viðgongur eisini, at so er, men samstundis hevur hann hug at sóknast eftir fólki, sum kann átaka sær ein part av ábyrgdini.
- Tað er helst einki at ivast í, at tað rættasta hevði verið, um arbeiðsbyrðan varð býtt út á fleiri nevndir. Men um fólk ikki er at manna nevndirnar, so er tað í sjálvum sær eingin hjálp, tí so fellur arbeiðið alla tíðina aftur á somu persónar.
Akkurát, hvørjir persónar kunnu væntast at koma inn í nýggju nevndina, vil Petur Ove einki siga um.
- Freistin at seta valevni fram, er á sjálvum aðalfundinum, so enn kann nógv henda. Hinvegin hava vit sjálvandi havt onkrar følarar úti ymsa staðni, men akkurát hvussu ítøkiligt hetta er, dugi eg als ikki at siga, sigur Petur Ove at enda.
Men hvussu er og ikki, so skal nevndin mannast. Og tó at talan er um tungt arbeiði, so er heldur einki at ivast í, at byrðan nú neyvan verður størri, enn hon var hjá nú skjótt fyrrverandi nevndarlimunum. Í øllum førum eru stór tøk tikin framá fyri føroyskan hondbólt hesi seinnu árini, og fyri hondbóltin vildi tað verið eitt stórt afturstig, um hetta arbeiði nú dettur niðurfyri.