Nevndin í Parkinsonfelagnum heldur fram

Hóast korona hava vit í samstarvi megnað at virkað fyri felags málum – limum og felagnum at frama.

 

Leygardagin 5. mars 2022 klokkan 13 var aðalfundur hjá Parkinsonfelagnum í Megd húsið, Íslandsvegur 10, Tórshavn.

Felagið skrivar, at fullsett var í hølunum hjá MEGD, har borðreitt var við føroyskum viðskera.

Í ár hevði felagið boðið báðum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum dagliga starvast á neurologisk ambulatorium á Landssjúkrahúsinum at greiða frá arbeiðinum og dagliga samskiftinum við fólk, sum hava parkinson.

Undir orðaskiftinum kom fram, at ávís frustratión var við samskifti millum fólk við parkinson og neurologisk ambulatorium. Limirnir fýltust á, at teir fingu ikki svar upp á spurningar og í øðrum førum gekk alt ov long tíð at koma í samband við serlæknarnar.

Eingin grøðing er fyri parkinson, og alneyðugt er at viðgerðin sum fólk fáa allatíðina verður tillagað støðuni hjá einstaka fólkinum.

Tað eru einans 146 fólk við Parkinson í Føroyum, og tí koma serlæknar í parkinson regluliga úr útlandinum til Føroyar. 

Tað er ein fyrimunur fyri fólk við parkinson at fáa viðgerð av serlæknum, sum hava holla vitan um parkinson, men tíðarbilið, serlæknarnir ikki eru í Føroyum, røkja teir annað starv, og tí kan tað verða trupult at samskifta við serlæknan tíðarskeiðið, teir ikki eru í starvi á landssjúkrahúsinum.

Tríggir nevndarlimir í Parkinsonfelagnum stóðu fyri vali:

John William Joensen, Joy Ann Simonsen og Anna Katrina Beder. Tiltakslimir: Eyðbritt Eysturstein og Anna Berg Danielsen

Øll vórðu afturvald.

Á nevndarfundi mánakvøldi 14. mars skipaði nevndin seg soleiðis:

John William Joensen, formaður

Anna Katrina Beder, næstforkvinna

Joy Ann Simonsen, kassameistari

Elisabeth Magnadóttir Simonsen, skrivari

Birita Juliansdóttir Hansen, nevndarlimir

Eyðbritt Eysturstein og Anna Berg Danielsen, tiltakslimir.