Nevndin í Føroya Ferðaleiðarafelag heldur fram

Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund leygardagin

Bergur Samuelsen, Bjørg Jacobsen, Edny Poulsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard.

Tíðindaskriv:

 

Hilda Thomsen og Samson Højgaard stóðu fyri vali og vórðu bæði afturvald. Bergur Samuelsen og Edny Poulsen vórðu vald sum tiltakslimir.

 

Á nevndarfundi sunnudagin skipaði nevndin seg eins og áður við Hildu Thomsen sum forkvinnu, Samson Højgaard sum næstformanni og Bjørg Jacobsen sum skrivara og kassameistara.

Føroya Ferðaleiðarafelag er eitt áhugafelag og arbeiðir fyri at menna ferðaleiðarayrkið og fáa skipað viðurskifti fyri ferðaleiðarar í ferðavinnuni.

 

Bergur Samuelsen, Bjørg Jacobsen, Edny Poulsen, Hilda Thomsen, Samson Højgaard.