Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur nú aftur fullmannaða nevnd. Nevndin bleiv herfyri skift út av Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
Nevndin verður vald á tann hátt, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum velur fýra limir og nevndin velur síðani tann fimta limin. Nevndin hevur nú valt tann seinasta limin í nevndini og valið fall á Hans Arna Bjarnason Thomsen, sum til dagligt starvast sum stjóri í fyritøkuni Kjølur í Klaksvík.
Nú nevndin aftur er fullmannað, sær hon soleiðis út:
Ingibjørt Berg, forkvinna.
Anfinn Hjelm
Marjun Eystberg
John Henrik Holm
Hans Arni Bjarnason Thomsen
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, valdi herfyri at skifta nevndina út. Tað var eftir at Bank Nordik valdi at rinda eitt serliga vinningsbýti, eftir at fíggjarmálaráðið hevði mælt til, at bankin heldur nýtti peninginin at bjálva seg til verri tíðir.
Gamla nevndin var Birita S. Samuelsen, Birita Biskopstø, Bjarki Mohr og Rúni Poulsen.
Fíggingargrunnurin frá 1992 er ein grunnur, ið hevur til endamáls at seta í og eiga partapening í Bank Nordik. Grunnurin eigur í dag 33% av partabrøvunum í Bank Nordik.