Á aðalfundinum hjá 07 Vestur varð nevndin í felagnum økt, og fýra limir eru lagdir aftrat.
Ove Heinesen, Finnbogi Niclasen, Eyðvør Petersen og Ingibjørn Johannesen eru komin aftrat í nevndina, sum hevur skipað seg við Jón Nordendal sum formanni, Jens Kristian Haraldsen sum varaformanni, Finnboga Niclasen sum skrivara og Ingibjørn Johannesen sum peningarøkil.
Aftrat teimum tóku Egil Petersen og Rógvi Jacobsen við afturvali.
Síðan 2016 hevur aðalfundurin verið hildin eftir kappingarlok, har vanliga skráin verður fylgd, tó uttan at roknskapurin verður framlagdur. Eftir broyttu viðtøkunum verður árliga hildin eykaaðalfundur í februar, har roknskapurin so verður fyri, sigur 07 Vestur.
Nevndin er farin undir at skipa ungdómsnevndina, og væntandi ferð Eyðvør Petersen serliga at arbeiða við ungdómsnevndini, sigur 07 Vestur.











