Nevnd viðger koyripengar

Ein trýmannanevnd viðger í løtuni, um tað er rímiligt, at landsstýrisfólk fáa upp í 164.000 krónur skattafrítt árliga í koyripengum. – Ætlanin er at fáa eitt kjak í tinginum um hetta til heystar, sigur løgmaður

»Tað hevur verið funnist at lønarviðurskiftunum hjá landsstýrisfólkunum. Eg haldi, at skipanin skal broytast. Í løtuni endurskoðar ein óheft nevnd viðurskiftini, og ætlanin er at leggja uppskot til nýggjar reglur fyri løgtingið í hesi tingsetuni«. Soleiðis segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, í ólavsøkurøðu síni ólavsøkudag 29. juli.

Løgmaður sipaði til, at fjølmiðlarnir – í stóran mun Sosialurin – í januarmánaði í ár varpaði ljós á og fanst at ógvusligu samsýningunum, landsstýrisfólk fáa fyri at flyta seg heimani frá og til arbeiðis. Tey, sum fáa mest, fáa 164.000 skattafríar krónur árliga.

Síðani legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um at avtaka koyripengarnar, ella kostnaðarendurgjaldið, sum tað rópast, til landsstýrisfólk og heitti á formansskapin í løgtinginum um at viðgera kostnaðarendurgjaldið til løgtingslimirnar eisini. Hetta var av ongum, men á ólavsøku boðaði løgmaður frá, at kostnaðarendurgjaldið til landsstýrisfólk verður endurskoðað í løtuni.

Men hetta er einki nýtt í tí. Í 2003 varð samtykt, at løgmaður hvørt valskeið setur eina trýmannanevnd at viðgera spurningin um samsýning og eftirløn landsstýrismanna. Nevndin skal millum annað gera eitt tilmæli – og sum er liggja tvey tilmæli til løgmann, sum undanfarnar nevndir hava gjørt. Hesi eru gjørd út frá fylgjandi arbeiðssetningi:

»Nevndin skal í tilmæli sínum hava atlit at lønarlagnum í landinum yvirhøvur, og teirri tign og ábyrgd, sum liggja í størvunum. Nevndin skal eisini, við muninum á lønarlagi í huga, javnmeta við, hvussu samsvarandi størv verða lønt í grannalondum okkara. Nevndin kann herumframt hava atlit at øðrum viðkomandi viðurskiftum«.


Broyttar tíðir

Kaj Leo Holm Johannesen endurtekur fyri Sosialinum, at tað er kostnaðarendurgjaldið til landsstýrisfólkini, sum nevndin í stóran mun arbeiðir við.

- Tað hevur verið nógv at hoyra um koyripengarnir til landsstýrisfólk. Samferðslukervið er eisini broytt munandi við tunlum og øðrum, síðani kostnaðarendurgjaldið kom í gildi, og nú endurskoða vit hesa skipanina, sigur løgmaður.

Hann leggur aftrat, at hann ynskir at fáa tilmælið frá nevndini til heystar, soleiðis at tað ber til at taka eitt orðaskifti um hetta tá.


rolant@sosialurin.fo