Eitt ætlað sjónvarpskjak millum Donald Trump og forsetavalevni hjá Demokratunum, Joe Biden, 15. oktober er nú avlýst.
Tað upplýsir nevndin fyri Forsetakjaku,m (DPD) í eini fráboðan í gjár.
Tað gjørdi nevndin, tí bæði valevni hava boðað frá, at tey hava »aðrar ætlanir hendan dagin«.
– Tað er nú greitt, at tað verður einki kjak 15. oktober, skrivar CPD, sum í staðin fer at hugsavna seg um forsetakjakið 22. oktober í Nashville í statinum Tennessee.
Avlýsingin kemur, dagin eftir at Trump noktaði at taka lut í einum virtuellum forsetakjaki.
– Eg fari ikki í eitt virtuelt kjak, segði Trump í eini samrøðu við Fox Business.
Boðini komu beint eftir at nevndin fyri forsetakjak fyrr hósdagin hevði boðað frá, at næsta forsetakjakið skuldi verða virtuelt vegna sjúkugongdina hjá Trump við covid-19.
Trump heldur tó ikki, at hann er nakar smittuvandi.
– Eg haldi slett ikki, at eg eri nakar smittuvandi, segði Trump við Fox Business hósdagin.
Samstundis legði forsetin upp til, at kjakini kundu haldast aðra staðni aðrar dagar enn higartil ætlað – og at valevnini væl at merkja skuldu hittast andlit til andlits.
Herferðin hjá Trump hevði eisini tað uppskot, at kjakinum ávikavist 15. og 22. oktober vórðu flutt eina viku.
– Amerikanarar hava rætt til, at hoyra tey bæði forsetavalevnini beinleiðis 22. og 29. oktober, segði Bill Stepien, sum stýrir herferðini hjá Trump.
Í leguni hjá Biden hava tey skotið upp, at avlýsta kjakið í næstu viku verður flutt til 22. oktober. Men tey vilja ikki hava kjak 29. oktober – fáar dagar fyri valið 3. november.
– Óútrokniligi atburðurin hjá Trump gevur honum ikki rætt til at umskriva kalendaran og finna nýggjar dagfestingar soleiðis sum hann finnur fyri best, verður sagt í fráboðan hjá herferðini hjá Biden.
Hjá Biden vísa tey á, at tað tey seinstu 40 árini ongantíð hevur verið hildið eitt kjak so nær valdegnum, sum um tað skuldi verið 29. oktober.
oktober.
Donald Trump og Joe Biden hildu fyrsta og einasta sjónvarpskjakið higartil 29. september. - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix