Frá 16. - 19. februar 2011 fær parkinsonfelagið vitjan av Tove Henriksen, ið er neurologur á Bispebjerg sjúkrahúsi við sergrein í parkinsonsjúku.
Í samband við vitjanina verða tveir evnisdagar. 17. februar er tað FÁG 4, sum er undirfelag fyri sjúkrarøktarfrøðingar innan eldraøkið, ið skipar fyri.
Dagurin byrjar kl. 9 og endar klokkan 16 og er ætlaður sjúkrarøktarfrøðingum, fysioterapeutum og ergotera-peutum.
18. februar er tað parkin-sonfelagið, sum skipar fyri. Dagurin byrjar klokkan 9 og endar klokkan 13:30 og er ætlaður limum felagsins, røktarstarvsfólki og øðrum áhugaðum, sigur nevndin í Parkinsonfelagnum.