Gongst sum ætlað, verður ein neurologur settur afturat verandi skipan summarið 2011. Hetta merkir, at til ber at kanna og viðgera fleiri av teimum sjúklingum, sum í dag verða sendir uttanlands. Neurologi fevnir um fleiri ymiskar sjúkur, sum til dømis sklerosu, heilatilburðir, sjúku í nervalagnum, parkinsonsjúku og epilepsi. Við at styrkja økið við einum serlækna afturat, kunnu vit bjóða fleiri ambulantar viðgerðir og kanningar í Føroyum.
-Hendan raðfestingin er í trá við politisku ætlanirnar um at taka heim viðgerðir, tá tað er fakliga og fíggjarliga ráðiligt. Ætlanin at styrkja neurologisku tænastuna í Føroyum er bæði bíligari fyri skattgjaldaran og veitir sjúklinginum eina betri tænastu. Somuleiðis kann bíðitíðina hjá hesum sjúklingum gerast styttri, sigur Aksel V Johannesen.
Mett verður, at við hesari uppraðfestingini kunnu umleið 150 viðgerðir og kanningar, sum í dag verða gjørdar uttanlands, gerast í Føroyum. Samstundis kann roknast við, at bíðitíðin verður styttri fyri sjúklingar, ið hava tørv á neurologiskari meting.
Ætlanin er at víðkaða tænastan kann setast í verk frá 1. juli 2011, og í hesum sambandi fer Aksel V. Johannesen at lata Fíggjarnevndini broytingaruppskot til fíggjarlógina.