Størsta mál nakrantíð um svik við donskum gjaldskortum hevur nú fingið Nets at mæla til, at 100.000 donsk gjaldskort verða stongd.
Nets umsitir talgiltar gjaldsskipanir – eitt nú gjaldskort, sum peningastovnar í Danmark og Føroyum brúka.
Nets hevur seinasta tíðina skrásett eitt vaksandi tal av málum um svik við donskum gjaldskortum, og alt bendir á, at upplýsingar um donsk gjaldskort eru stolin í einum útlendskum nethandli. Nets metir, at upp í 100.000 donsk gjaldskort eru í vanda fyri at vera misbrúkt í hesum máli.
Fyri kortum vóru 15.000 gjaldskort stongd, og samband er millum tað misbrúkið og tað nýggja.
Nets heldur, at peningastovnar eiga at stongja hesi kort fyri at forða fyri møguligum misbrúki. Sagt verður, at tað er ikki vist, at øll kortini eru ella verða misbrúkt, men tey eru í vanda.
Talan er um størsta mál av sínum slagi í Danmark nakrantíð.