Netsølan av atgongumerkjum til konsertina við Elton John 29. juni, steðgar ímorgin. Eftir hetta er bert gjørligt at keypa í hondkeyp. Tað er vegna Posta at fyrireikarirnir ikki tora at loyva netsøluni at halda á fram longri enn til ímorgin, 23. juni.
- Eftirsum Posta bara berur út tríggjar ferðir um vikuna, kunnu vit ikki verða heilt vísir í at øll fáa síni atgongumerki. So tí velja vit heldur at steðga søluni, sigur Dennis Holm, stjóri í Fivestar.
Umleið 4.000 atgongumerki eru longu seld av teimum 6.500, sum fáa pláss á Tórsvølli.