Í dokumentarfilminum "Seaspiracy" fylgja vit Ali Tabrizi, sum hevur sett sær fyri at "avdúka", hvussu illa menniskju fara við náttúrutilfeinginum í sjónum. Hann ferðast í hesum sambandi kring heimin fyri at lýsa ymisk viðurskifti - serliga í fiskivinnuni.
Men til síðst í filminum vitjar hann í Føroyum, her hann vil sleppa at kunna seg um føroyska grindadrápið. Tað eydnast honum at sleppa til Hvannasunds, meðan grindadráp er, og her síggja vit hann mitt í rokanum millum allar føroyingarnar.
Ali Tabrizi sigur soleiðis aftaná at hava sæð grindadrápið:
– Í roynd og veru var grindadrápið so burðardygt, sum tað kundi blíva. Men eg kundi gott hugsað mær at vita, um burðardygd er tann rætti mátin at ansa uppá heimsins høv.
Aftaná hetta hittir hann ein føroying, sum plagar at luttaka í grindadrápi - Jens Mortan Rasmussen. Hann greiðir frá føroyska sjónarhorninum á grindadráp, og hví hetta ikki er so vandamikið, sum aktivistar royna at gera tað til.
– Eg drepi heldur ein hval enn 2.000 høsnarungar. Tað svarar nøkunlunda til somu mongd av kjøti, sigur Jens Mortan Rasmussen.
Tú kanst síggja trailaran fyri dokumentarfilmin her:
##med2##