Amerikanska stroymitænasta Netflix kvettir alt samband við amerikanska sjónleikaran Kevin Spacey, aftaná at fleiri persónar seinastu dagarnar hava staðið fram og ákært sjónleikarin fyri óhóskandi atburð. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
- Netflix ynskir ikki at vera partur av fleiri framleiðslum av House of Cards, har Kevin Spacey hevur ein leiklut, skrivar felagið í eini fráboðan, sambært The Wall Street Journal. Harumframt verður upplýst, at Netflix steðgar ætlaða útgávuni av filminum Gore, har Kevin Spacey hevur høvuðsleiklutin.
Kevin Spacey hevur seinastu árini vunnið heiður kring allan heimin fyri sín leiklut sum amerikanski forsetin Frank Underwood í sjónvarpsrøðuni House of Cards. Men eftir at ákærurnar móti høvuðspersóninum eru komnar undan kavi, harímillum frá fleiri persónum, ið hava verið knýtt til sjónvarpsrøðuna, er nú óvist hvør lagnan hjá sjónvarpsrøðuni verður. Fyrr í vikuni varð framleiðslan av nýggju sesongini fyribils steðgað vegna ákærurnar.
Ákærurnar móti Kevin Spacey byrjaðu, tá sjónleikarin Anthony Rapp ákærdi Kevin Spacey fyri óhóskandi atburð móti sær, tá hann var einans 14 ára gamal. Anthony Rapp greiddi frá síni søgu í kjalarvørrinum av #MeToo rørsluna, og eru fleiri søgur síðan komnar undan kavi frá øðrum monnum, ið hava havt líknandi upplivingar við kenda sjónleikaranum.