Netflix hevur framgongd

Netflix fekk 8 milliónir haldarar aftrat í øðrum ársfjórðingi, og avlopið var góðar 14 milliardir krónur

Tað gekk væl hjá stóru amerikansku stroymingfyritøkuni Netflix í øðrum árfjórðingi.

 

Netflix fekk átta milliónir nýggjar haldarar, og haldaratalið kom tí upp á næstan 278 milliónir. Serliga hava sjónvarpsrøðir sum "The Crown" og "Bridgerton" verið við til at fáa fleiri haldarar.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Umsetningurin hjá Netflix var í øðrum ársfjórðingi slakar 66 milliardir krónur, tað var framgongd upp á góðar 9 milliardir. Nettoavlopið í øðrum ársfjórðingi varð 8 milliardir krónur, og tað var eitt vet minni enn í fyrsta ársfjórðingi.

 

Tíðliga í 2022 minkaði haldaratalið hjá Netflix, men átøk, sum vóru sett í verk eftir tað, hava vent gongdini.

 

Netflix ætlar at gevast við at kunngera haldaratøl næsta ár. Tað heldur greinari hjá Bloomberg News vera tekin um, at útlitini ikki eru so góð.