Netanyahu og Abbas til reiðar at samráðast

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í røðu síni á ST-aðalfundinum fyri løtu síðani, at hann er til reiðar at fara undir friðarsamráðingar við palestinar beinanvegin. Netanyahu segði, at hansara dyr hava staðið opnar fyri palestinska forsetanum, Mahmoud Abbas, síðani hann tók við, og kann palestinski forsetin ikki koma til hansara, er hann til reiðar at fara til Ramallah, segði hann.

-Men hví ikki tosa saman nú? Vit eru báðir í sama landi nú og enntá í somu húsum, so hví ikki tosa saman her og nú, spurdi ísraelski forsætisráðharrin og varð fagnaður við lógvabrestum.

Seinnapartin handaði Mahmoud Abbas ST-aðalskrivaranum eina formliga umsókn um palestinskan limaskap í ST, og hann bleiv dúgliga fagnaður, tá hann vísti fundarfólkinum avrit av umsóknini.

Í røðuni á aðalfundinum segði Abbas seg vera sinnaðan at taka friðarsamráðingarnar við Ísrael uppaftur, men hann gav Ísrael skyldina av, at samráðingarnar slitnaðu seinast. Palestinski forsetin tók uppaftur, at ísraelski búsetingarpolitikkurin á Vestara Áarbakka ein er avgerandi forðing fyri varandi friði millum tey sválvstøðug lond.