Fyribils-skattainntøkan hjá Nes kommunu í februar í ár var nógv minni enn í februar í fjør. Uppgerðin hjá TAKS vísir, at skattainntøkan hjá kommununi var 13,52% minni í februar í ár enn í sama mánað í fjør. Í februar í fjør fekk kommunan 3.158.814 krónur inn í skatti, men í februar í ár var talið 2.731.793 krónur ella góðar 420.000 krónur minni.
Í januar fekk Nes kommuna meiri skatt enn í januar í fjør, og nú tveir mánaðir eru farnir av árinum, er fyribilsskattainntøkan hjá kommununi góðar 100.000 krónur minni enn um somu tíð í fjør.
Nes kommuna skrivar á heimasíðun síni, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at talan er um stórar munir frá mánað til mánað. Tað er møguleiki fyri broytingum, tá ið tað eru nógvir tímaløntir skattaborgarar, og tað er møguleiki fyri broytingum, tá ið tað eru fleiri fiskimenn, sum kunnu verða avroknaðir ymsar mánaðir frá einum ári og til eitt annað, skrivar kommunan.