Leygardagin hin 23. mars frá klokkan 20.30-21.30 luttaka fólk, fyritøkur og stovnar í miljónatali í Earth Hour.
Hetta verður gjørt fyri at varpa ljós á umhvørvisligu avbjóðingarnar, sum jørðin hevur.
- Hóast ljós verða sløkt í ein tíma, so hvørva avbjóðingarnar ikki, men hetta er eitt høvi at fáa hesar avbjóðingar at reiðrast í tilvitskuni hjá øllum menniskjum.
Nes kommuna luttekur aftur í ár. Gøtuljós og onnur ljós verða sløkt henda tíman, men havnalagið er tó undantikið.
- Vit heita á borgarar, vinnulív, stovnar og onnur um at sløkkja ljósini henda tíman og stuðla viðkomandi átakinum.
Í Nes kommunu heita tey á fólk um at verða eyka ansin í ferðsluni, meðan sløkt er.