Nes kommuna byggir nýggja atløgubryggju

Í næstum verður atløgubryggjan í Nes kommunu økt við umleið 100 metrum. Tað veit heimasíðan hjá kommununi at siga

Havnabygging

Á almennum bygdaráðsfundi í Nes kommunu miðskeiðis í juli avgjørdi eitt samt bygdaráð at fara undir at byggja einar 100 metrar av nýggjari atløgubryggju.
Nýggja atløgubryggjan skal gerast framvið grótkastinum, sum liggur einar 60 metrar norðanfyri ferjuleguna og norður ímóti Ísvirkinum. Dýpið framvið nýggju atløgubryggjuni verður umleið 8 metrar.
Tað er J&K Petersen, sum skal gera arbeiðið fyri kommunua.
Prísmetingin er umleið 7,4 mió krónur.
Á heimasíðuni hjá kommununi verður víst á, at ógvuliga stórur aktivitetur er við havnalagið á Toftum.
- Havnin hevur umleið 1.150 vitjanir um árið. Hetta eru før, sum eru 50 tons og størri. Harafturat eru umleið 5.500 bátar og smærri deksfør, sumárliga vitja Tofta havn.
Fiskamarknaður Føroya, Landingarmiðstøðin og Kassamiðstøðin liggja við Tofta havn, og tøk atløgusíða frammanfyri hesi virkir er 320 metrar, har dýpið er 68,5 metrar.
Ísur verður útflýggjaður til skip og vinnuna á landi. Tøk atløgusíða við Ísvirkið er 85 metrar, har dýpið er 4-7,5 metrar.
Á havnalagnum eru eisini fiskavirkini, Føroya Fiskavirking, P/f Valhalla, P/f Snodd, P/F Greipan og maskinverkstaðurin, SD-Beding.
- Við nýggju atløgubryggjuni verða arbeiðsumstøðurnar í Tofta havn munandi betri, sigur Nes kommuna á heimasíðuni.