Væl er hungur og hall herskin gerandiskostur at virka undir, tó neyð kann læra nakna kvinnu at spinna. Men máti skal vera við mentunarligari ómegd.
Tað gav at bíta, nú ÚF/Kringvarp Føroya eyðsýnt hevur repað og broytt seglini viðvíkjandi tí tilstundandi løgtingsvalinum innan bert tvær vikur.
Áður vanligar, útdýpandi og ofta beinleiðis skemtiligar valsendingar kring landið eru sleptar, og í staðin eru m.a. lokalar ”val á staðnum”- sendingar upp á knappan tíma við øllum floksumboðum saman.
Tá verður bjóðað lítil tíð (bert ein minuttur) í part at greiða frá sínum lokala politiska boðskapi, lítil dialogur og harvið bert hissini úrtøka fyri tann ofta ivasama veljaran.
Soleiðis kann ÚF/Kringvarpið hvørki fara við viðkomandi valspurningum, valevnum tíansheldur veljarum.
Ivist eisini í, um slíkar skundaðar sendingar við rennikapping í málageipi eru nóg væl í samsvari við nógv umrødda Public Service sáttmálan um nakað so týdningarmikið sum almenna tilvitið um politiska skipan komandi árini. Hatta er lættisoppakent, grunt, lítið viðgjørt og sum SMS-boð í telegramstíli hjá tannáringum.
Slík strongd og skundað ÚF-flopp við bert lítið viðgjørdum pástandum hvessa neyvan politiskt medvit í veljarum, til tess er framløga og orðaskifti í ÚF higartil alt ov grunt og mest sum bert hissini og eitt eiti.
Mánadagssendingin úr Vági var, hóast ávís áhugaverd fakta, alt ov stutt og grunn, tó at bæði valevni og viðmerkjarar royndu sítt ítasta, men fingu ov illa stundir. At hugsa sær: bert ein minutt í part til hvørt floksumboð at bera síni sjónarmið fram, síðani eitt eiti av sínamillum viðmerkingum og hissini viðmerking frá fundarfólki, sum ivaleyst høvdu mangt áhugavert upp á hjarta, men vórðu tept av tíðarneyð.
So var tann ásetti lítli tímin farin, síðani tann í áravís afturvendandi tónatímin so absalutt skuldi í luftina, og eftir stóðu so vit lurtarar nakkalangir og svangir eftir at fáa meira og djúpari at vita, men gakk: punktum finale, tó at endursent verður seinri sama kvøld við sama soltna, avkubbaða og av stoppurinum amputeraða innihaldi.
Sjálvt royndir politikarar tivaðu av andaneyð og onkur annars skilagóður viðmerkjari sum vargaseyður. Skilið gjørdist tó frægari seinri í sendingini, tá minutturið sannlíkt var sløkt.
Soleiðis kann ÚF/KVF ikki fara við hampafólki, royndum so væl sum nýtilkomnum valevnum og viðmerkjarum tíansheldur okkum meinigu lurtarum.
Nýtið tí tann tíðum upplagda tjansin at koma veruliga út til brúkaran, tilstundandi veljarar og harvið Føroya fólk at tilvitskugera og kunna tey skilvist politiskt. Tað er eisini Public Service. Spílið tykkum nú út, síðani eg veit, at tit bæði duga og megna tað.