Nenad Saric sigursharri í Fuglafirði

Eftir fýra ósigrar á rað eydnaðist tað í gjárkvøldið ÍF at venda keðiligu gongdini, tá ið teir heldur óvæntað vunnu 1-0 á heimavølli ímóti B36

FÓTBÓLTUR

 

Tað hevði ikki gingið eftir vild hjá ÍF undanfarnu dystirnar, tá ið felagið í gjár tók ímóti B36 í Fuglafirði. B36 hevur havt tað trupult á útivølli í ár, og umframt at nógvir leikarar ikki vóru við vegna skaða og leikbann, so var hetta ein møguleiki hjá ÍF at venda keðiligu gongdini. Og tað kann bara staðfestast beinanvegin: ÍF tók av møguleikanum.

 

Hildu tætt

Dysturin byrjaði javnur, har bæði liðini royndu at fáa nøkur álop í lag. Fyrstu løtuna sá út til, at B36 skuldi vera vandameira liðið, og teir royndu seg serliga í høgru síðu. ÍF helt tó tætt, og vann seg skjótt upp á yvirvágina í spælbýtinum. Heimaliðið kendist nógv tryggari á bóltinum, og royndi at umstilla seg skjótt fram eftir vøllinum, sum tó sjáldan hepnaðist serliga væl. Sasa Jovanovic var ofta mest sum einsamallur í álopinum, og tað sást greidliga, at uppgávan hjá ÍF fyrst og fremst var at halda tætt har afturi.

Og tá ið tað nú eydnaðist so væl, so fingu teir eisini ein málmøguleika. Hetta var í 32. minutti, tá ið eitt fríspark verður sent inn í brotsteigin hjá B36. Her endar bólturin fyri fótunum hjá Nenad Saric, sum frá brotsteigarmarkinum hegnisliga sendi bóltin upp í nettakið. 1-0 til heimaliðið, og stór frøði á fuglfirðingunum, sum høvdu leitað sær niðan á fótbóltsvøllin í góðveðrinum.

Minuttirnir til hálvleiks vóru ikki nøkur uppliving fyri tann, sum elskar gott fótbóltsspæl, og hálvleiksstøðan var 1-0 til ÍF.

 

B36 trýsti

Í seinna hálvleiki kom væl hægri ferð á dystin. ÍF hevði eina leiðslu at verja, og hetta lat størsta partin av spælinum til B36. Hugflogið í álopunum hjá B36 var ikki gott, og ÍF-leikararnir lógu sera tætt á teimum úr høvuðsstaðnum, soleiðis at teir als ikki høvdu nógva tíð at umrøða seg í. Hetta sá út til at rigga sera væl, og spælið hjá B36 hekk illa saman.

Ikki fyrr enn seinni hálvleikur var hálvrunnin, eydnaðist tað B36 at fáa endarnar at hanga betur saman, og eisini leggja eitt ávíst trýst á ÍF-málið. Ofta manglaði tað síðsta í, men í fleiri førum endaði tað eisini við mótálopum til ÍF.

Tað skuldi vísa seg, at ÍF fekk bóltin í málið einaferð afturat. Høgni Madsen skeyt fríspark, sum Meinhard Joensen í B36-málinum fekk hendurnar á, og sum Sasa Jovanovic síðan skeyt í málið. Málið varð tó kolldømt vegna rangstøðu.

B36-verjuleikarin, Dimitrije Jankovic, sum seinastu løtuna leikti sum áleypari, var tætt við at javna stutt fyri leiklok, tá ið hann skeyt beint omanfyri málið. Hóast B36-trýstið eydnaðist tað ikki at koma inn um tøttu ÍF-verjuna, sum sanniliga sigraði á tí til tíðir ráðaleysa B36-liðnum.

Við sigrinum vinnur ÍF seg upp á 7. pláss, og er nú fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. B36 dettur niður á eitt deilt 3. pláss, sum teir nú deila saman við kappingarneytunum úr HB.