Um vikuskiftið skrivaðu vit, at føroysku peningastovnarnir nú seta sum krav, at danska NemID verður nýtt, um tú skalt nýta netbanka á teldlum.
Tað hevur aftur fingið lív í málið um NemID – ein skipan, sum føroysku peningastovnarnir søgdu seg hava slept kravið um tann 25. mars.
Suni Schwarz Jacobsen, forstjóri í Eik, segði við Kringvarpið í dag, at kravið viðvíkjandi teldlunum bert er galdandi fyri teldlar, og at hetta ikki er nakað stig í at tvinga donsku trygdarskipanina niður yvir føroyingar.
Lesið eisini: Nú verður NemID krav
Hann sigur, at støðan við iPad’um er, at Java-forritið, sum gamla innritingarskipanin er bygd á, ikki longur verður ment til teldlarnar, og at tað tí verður neyðugt at skifta skipan. Og at NemID fyribils verður skipanin. Hann leggur tó dent á, at tá ein føroysk talgild undirskrift kemur, verður tað sjálvandi hendan, sum verður nýtt.
Forstjórin í Eik leggur afturat, at tað eisini ber til at brúka app’ina til iPhones á teldlunum, um tú ikki vilt fáa tær NemID.









