Hóast tað fyri langari tíð síðani var greitt, at Neistin ikki kundi hótta Stjørnuna ella Tjaldur í finalukapprenningini, so hevur málið støðugt verið at tað í onkrum av dystunum móti báðum oddaliðunum skuldi eydnast at taka stig.
Og tað var um reppið, at hetta eydnaðist sunnudagin.
Fyrstu løtuna var annars ikki so nógv, sum bendi á, at Stjørnan skuldi fáa teir heilt stóru trupulleikarnir. Steypavinnararnir løgdu bragdliga fyri, og hóast verjan hjá vertunum riggaði hampuliga væl, so hekk álopsparturin ikki nóg væl saman.
Hetta broyttist tó nakað eftir steðgin. Neistin vann seg heilt nær Stjørnuni, men tá gestirnir aftur øktu ferðina, tóktist alt avgjørt. Neistin noktaði tó at geva seg, og tá Fríða Petersen í málinum fór at vísa, hví hon er sjálvskrivað í landsliðsmálinum, fór at sansa at hjá Stjørnuni.
Seinastu 10 minuttirnar eydnaðist bara tvær ferðir at finna málið hjá gestunum, og tað gav av álvara møguleikan til Neistan. Ikki minst tá Kristina Griksaite móti dystarenda fekk tveir fingrar frá dómaraparinum.
Tað eydnaðist tó ikki Neistanum at skora upp á brotskastið, og yvirtalsstøðan sum heild var heldur ikki nóg væl nýtt, og so slapp Stjørnan við skrekkinum, hóast tær sjónliga høvdu nervar hesa seinastu løtuna.
Tað vóru tær ikki einsamallar um, og so máttu tær í Neistanum bara ásanna, at tú skalt eisini tora at taka av, tá møguleikin er har.