Neistin vann tryggan 28-17 sigur móti VÍF í dag, eftir hálvleiksstøðuna 12-9.
Úrslitið var ellivu mál á muni, tá dómararnar bríkslaðu á síðsta sinni, og tað var ikki eitt mál ov lítið, hóast VÍF málverjin Tomma Petersen stóð ein branddyst.
Ioana Rapa segði eisini aftaná dystin, at hon metir at Tomma stóð væl, men trupuleikin var heldur, at útileikararnar ikki livdu upp til stórspælandi Tommu.
- Vit hava eitt sera ungt lið enn, og vænta neyðugu royndirnar, segði Ioana Rapa beint eftir dystin.
Besti málskjútti hjá Neistanum var Ása á Neystabø við sjey málum, meðan Ioana Rapa somuleiðis skoraði sjey mál fyri gestirnar.










