Tað var klassamunur, tá ið oddur og botnur í SunSet-kappingini hittust í gjár. Neistin vann Tjaldur við ikki færri enn 36 málum, nevniliga 43-7.
Klassamunur
Hesi liðini hittust fyri einari viku síðani, og tá vann Neistin 43-17. Hesaferð var Tjaldur uttan Adinu Petrea, og tað sást. Tjaldur hevði eitt sera ungt lið og formáddu tær sær sjáldsama lítið á vøllinum, har Neistin var klassar omanfyri á øllum plássum. Neistin var frammanfyri 22-4 í hálveikinum, og kann nevnast, at Neistin eina løtu brúkti tríggjar minuttir um at skjóta fýra mál, meðan Tjaldur skuldi brúka allan hálvleikin til tað.
Sama gongdin
Í seinna hálvleiki helt júst hin sama gongdin fram. Miðskeiðis í seinna hálvleiki nýtti Neistin møguleikan at spara stuðulsleikarar sum Barbaru Brauer, og ístaðin seta yngri leikarar inn á vøllin.
Neistin yvirkoyrdi Tjaldur fullkomiliga og vann ein knúsandi 43-7-sigur.
Neistin er framvegis seks stig á odda í kappingini, meðan Tjaldur liggur niðast við fimm stigum upp til næsta lið, sum er StÍF.
Neistin – Tjaldur 43-7 (22-4)
Neistin: Nicoleta R. Hansen (10) Jacklin Durhuus (8) Bára Hansen (7) Barbara Brauer (6) Anja Eliasen (4) Birita Wardum (4) Marjun F. Danberg (3) Barbara N. Johannesen (1)
Útvísingar: 2x2min
Tjaldur: Heidi Sevdal (4) Ranvá Jacobsen (1) Barbara Nygaard (1) Ansy Sevdal (1)
Útvísingar: 1x2min.