Hálvleiksstøðan var 14-7 til Neistan.
Heimaliðið var við yvirlutan allatíðina, og gestirnir runnu mest sum bara aftaná. Bartal Hansen, sum loysti av Ára Egason Dam, ið ikki var við vegna sjúku, stóð seg væl sum málverji, og David Edvardsen gekk fremst í álopsspælinum. Hann var eisini toppskjútti við níggju málum.
Áki G. Olsen skeyt flest mál fyri vestmenningar. Hann fekk fýra mál.
Seinna hálvfinalan verður spæld 1. februar.