Neistin helt rimmarfast um sín oddadyst í fremstu kvinnudeildini í hondbólti, og neistakvinnur eru framvegis ósigraðar í tí fremstu kvinnudeildini.
VÍF/Tjaldur tók ímóti Neistanum í Vestmanna fyrr í dag. Neistin vann dystin 31-16. Støðan í steðginum var 16-15 til Neistan. Tað leikaði javnt á til 10 minuttir vóru eftir, tá Neistin setti tingini uppá pláss.
Suðuri í Vági var ein málríkur dystur millum VB og StÍF, sum VB vann 37-29. Støðan í steðginum var 17-16 til VB.
Støðan í fremstu kvinnudeildini :
1. Neistin 13 dystir 26 stig
2. Kyndil 13 dystir 16 stig
--------------------------------------
3. VÍF 12 dystir 10 stig
4. VB 14 dystir 10 stig
5. StÍF 13 dystir 9 stig
6. Stjørnan 13 dystir 7 stig










