Neistin vann tepran sigur í Klaksvík - Javnleikur í Vestmanna

Neistin er einasta lið við fullum stigatali eftir tvey umfør í Okkara deildini.

Tríggir dystir vóru leiktir í bestu deildini hjá monnum, Okkara deildini, í kvøld.

Í Kollafirði vann KÍF stórsigur á H71

Les eisini: Skelkur í Kollafirði: Føroyameistararnir eyðmýktir

 

Team Klaksvík - Neistin 20-23 (9-13)

Neistin var favorittur í Klaksvík, men tað gjørdist ein tættur dystur í kvøld.

tað vóru klaksvíkingar, ið løgdu betri út í kvøld. Eftir 12 minuttum var støðan 6-3 til Team Klaksvík, men so vaknaðu neistamenn.

Eftir 21 minuttum var Neistin á odda 9-8, og teir hildu á at økja til hálvleiks.

 

Eftir hálvleiksstøðuna 9-13 komu klaksvíkingar nær, tá ið støðan varð javnleikur 16-16 eftir níggju minuttum av seinna hálvleiki. Neistin tók frá aftur, og støðan gjørdist 19-16, men framvegis vildu klaksvíkingar ikki leggja kongin.

 

Men Neistanum eydnaðist at avgera dystin, tí toppskjúttin, Høgni Zachariassen, skoraði tríggjar ferðir seinastu løtuna, so at úrslitið gjørdist 20-23 til Neistan, ið nú hevur fult stigatal og liggur á odda í kappingini, meðan Team Klaksvík liggur aftast við ongum stigi, saman við H71.

 

Málskjúttar hjá Team Klaksvík:

Sámal á Tjaldrafløtti 8, Vilhelm Vilhelmsen 5, Hørður Sigtórsson 2, Christoffer Madsen 2, Finnur Hansson 2, Petur Martin Eliasen

 

Málskjúttar hjá Neistanum:

Høgni Zachariassen 8, Rasmus Søby 3, Jónsvein Dulavík 3, Tróndur Kragesteen 3, Rune Olsen 2, Karl Martin Olsen 2, Dánjal Ragnarsson 1, Tróndur Mikkelsen 1,

 

 

VÍF - Kyndil 21-21 (9-13)

Bæði VÍF og Kyndil skuldu halda fram eftir greiðar sigrar í fyrsta umfari.

Dysturin byrjaði javnt og tað gjørdist skjótt greitt at tað vóru verjurnar, ið løgdu sín dám á dystin.

Ein sat tó við kensluni av, at Kyndil hevði meira at bjóða uppá í álopinum, meðan Tórður Guttesen í málinum framdi fleiri stórar bjargingar. Hetta úrslitaði í at Kyndil kundi fara til hálvleiks á odda 9-13.

 

Í seinna hálvleiki hildu verjurnar fram at vera avgerandi, og móti endanum av dystinum sá Kyndil út til at fara við báðum stigum. Støðan var 19-21 til Kyndil við minni enn einum minutti eftir at leika. Kyndlamenn vóru tó ein færri hesa løtuna, og tað eydnaðist vestmenningum at gera sær dælt av hesum, tá ið teir í evstu løtu javnaðu til 21-21.

 

Málskjúttar hjá VÍF:

Bjarti Hansen 4, Filip Jojic 4,  Magnus Müller 3, Johan í Garðastovu 3, Heini á Heygum 3, Kaj Johannesen 2, Sjúrður Olsen 2

 

Málskjúttar hjá Kyndli:

Høgni K. Olsen 5, Rógvi Dal-Christiansen 4, Hjalti M. Jacobsen 3, Tummas Pauli Hanusarson 3, Bartal K. Olsen 2, Tróndur Wardum 2, Jóni G. Viderø 1, Torvald Steingrímsson 1

 

Støðan í Okkara deildini:

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin2473894
2Kyndil25339143
3VÍF2484443
4KÍF2504642
5StÍF12327-40
6H7112232-100
7Team Klaksvík23855-170