Neistin vann stórsigur á Team Klaksvík

Neistin er framvegis oddalið í FTZ-deildini. Team Klaksvík hevur nú tapt fýra dystir á rað

Seinnapartin tóku neistamenn ímóti Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn í dysti í FTZ-deildini.

 

Neistin vann stórsigur 28-15 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru neistamenn á odda 15-7.

 

Torkil Hentze gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Rasmus Sæby skoraði sjey mál. Sámal á Tjaldrafløtti var toppskjútti hjá Team Klaksvík við fimm málum. Birgir Poulsen skoraði fýra mál.

 

Aftaná fýra sigrar á rað hevur Team Klaksvík nú tapt fýra dystir á rað. Neistamenn kunnu fegnast um framvegis at verða á odda í FTZ-deildini.

 

Týskvøldið klokkan átta tekur Kyndil ímóti H71 í høllini á Hálsi. Mikukvøldið tekur botnliðið, KÍF ímóti VÍF í høllini í Kollafirði.

 

Støðan:

 

FTZ-deildin:
1Neistin9228194+3415 stig
2H718212198+1412
3VÍF7207196+118
4Kyndil8188183+58
5Team Klaksvík9202225-238
6StÍF8200215-155
7KÍF7169195-260