Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1 sigur beinleiðis frá tveimum hondbóltsdystum á FM1 leygardagin
Talan verður um Neistin-Stjørnan (SMS) og Neistin-Team Klaksvík (Burn).
Dysturin í SMS-deildini byrjar klokkan 16 og dysturin í Burn-mansdeildini byrjar klokkan 18. Báðir dystirnir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn.
Í SMS-deildini er Neistin nummar trý við 14 stigum og Stjørnan er aftast við tveimum stigum.
Í Burn-mansdeildini er Neistin nummar trý við 16 stigum. Team Klaksvík er nummar fimm við níggju stigum, fýra stig aftanfyri KÍF á fjórða plássi.
Ljóðsamrøður við umboð fyri Neistan, Stjørnuna og Team Klaksvík koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu hoyra FM1 HER