Menninir hjá Neistanum eru í steypafinaluni. Hetta gjørdist greitt eftir at teir vunnu 26-23 á H71 í kvøld í seinnu hálvfinaluni, eftir at fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 22-22.
Liðini fylgdust væl í byrjanini, men so dróg Neistin frá og helt leiðsluni til hálvleiks. Teir vóru á odda 13-11 í hálvleikinum.
Hóast H71 eitt skifti í seinna hálvleiki bara var eitt mál aftanfyri, so helt Neistin fast og var í grundini eisini omaná allan dystin á tamb. Við 26-23-sigri eru teir nú í steypafinaluni, har teir annaðhvørt møta KÍF ella H71 1.










