Kappingarreglur
Tað staðfestir formaðurin í kappingarnevndini hjá Hondbóltssambandinum, Julian Olsen.
Hann vísir á, at altjóða reglurnar fyri slíkum uppgerðum eru rættiliga greiðar.
Best av trimum merkir, at tú fyrst spælir tveir dystir, ahr stig verða givin eftir vanligu stigaskipanini. Stendur tað á jøvnum í stigum eftir hesar báðar fyrstu dystirnar, verður ein triði dystur spældur, sum skal avgerast.
Við øðrum orðum, so er tað nóg mikið hjá Neistanum at við javnleiki, tá tær leygardagin spæla í Klaksvík. Um tað hendir, so hevur Neistin trý stig og Stjørnan eitt, og tað er nóg mikið, slær Julian Olsen fast.
Og verður talan um ein triða dyst, so skal hesin avgerast. Tá er talan í veruleikanum um nýggja finalu, og tí er líkamikið, hvussu stórur málmunurin hevur verið í teimum báðum undanfarnu dystunum. Stendur á jøvnum í triða dystinum, verður farið til umdyst, og er talan tá framvegis um javnleik, verður farið til brotskøst.
Bara tveir bronsudystir
Reglurnar um best av trimum eru tó ikki galdandi í bronsudystinum millum VB og Kyndil. Her er reglan meinlík henni, sum verður nýtt, tá hálvfinalur í lands- og steypakapping standa á skránni. Í fyrsta umfari verður tá hugt at vunnum stigum. Stendur á jøvnum her, verður hugt at samlaða málmuninum, og er framvegis javnt, vinnur tað liðið, sum hevur flest skotin mál á útivølli.