Neistin skal hanga í oddinum

Hjá Neistanum er kravið ein sigur fyri at halda fast í oddaliðunum, meðan KÍF má royna at koma longur upp eftir stigatalvuni

Neistin-KÍF:


Gongdin hjá Neistanum hevur verið heilt góð í ár. Teir liggja í løtuni á einum 3. plássi, og munurin upp til oddalið er bert 3 stig. Hjá KÍF hevur ikki gingið eins væl. Teir liggjá á fimta plássið, men vinna teir dystin ímóti Neistanum, so er bara eitt stig á muni millum hesi bæði liðini.
Í 2. umfari hittust hesi bæði liðini á fyrsta sinni hetta kappingarárið, og tá gjørdi Neistin bart og vann við heili 10 málum í Kollafirði. Í seinna dystinum gekst heldur betri hjá kollfirðingum, men enn einaferð dró Neistin longra stráðið í einum jøvnum og spennandi dysti.
Nú liggur triðji dysturin millum hesi bæði liðini fyri framman, og hesin dystur er samstundis fyrsti dysturin í endaspælinum hjá hesum liðum. Hjá Neistanum er umráðandi at vinna dystin fyri at halda fast í oddaliðnum. Hjá KÍF ræður eisini um at vinna dystin, tí vinna teir ikki, so er munurin helst blivin ov stórur upp til ovastu liðini.