Neistin-VÍF 36-28 (17-16)
VÍF kundi tryggja sær sæti í FM-finaluni í dag, um teir vunnu útidystin ímóti Neistanum í Atlantic Airways-kappingini. Neistin hevði hinvegin ikki nógv meir enn æruna at spælu um, men tað vísti seg at vera meiri enn nokk fyri neistamenninar.
Hondbóltsspælið var ikki serliga gott fyrstu løtuna av dystinum millum Neistan og StÍF. Liðini gjørdu sera nógvar tekninskar feilir, og hetta ávirkaði báðar partar. Tað var tó oddaliðið úr Vestmanna, sum dugdi betur at revsa feilirnar hjá Neistanum fyrstu løtuna av dystinum. Teir løgdu seg á odda við trimum málum mest sum alt fyri eitt, og hesa leiðslu hildu teir langt út í fyrra hálvleik. Neistin kom til tíðir niður á eitt mál, men hvørja ferð svaraði VÍF aftur. Móti endanum av hálvleikinum tók Neistin tó eitt ordans hál. Frá at vera aftanfyri við tveimum málum stutt undan steðginum megnaðu teir at vinna seg fram um vestmenningar, og tá liðini fóru til hálvleiks, førdi Neistin eisini við einum máli.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki skiftust liðini um at skjóta mál, men tað var tó Neistin, sum helt seg frammanfyri gestirnar. Mii í hálvleikinum legði Neistin seg eisini á odda við fýra málum, og her lá eitt yvirraskilsi líkasum í luftini. VÍF gjørdi eina síðstu roynd at svara aftur, men ov seint var. Nú var Neistin komið í gongd, og síðstu løtuna av dystinum rapaði korthúsið hjá vestmenningum. Endin var, at Neistin vann ein tryggan 8-mála sigur, og við sigrinum hevur Neistin birt nýtt lív í oddastríðið, har fýra lið enn hava ein møguleika at koma í finaluna.
Besti málskjútti hjá Neistanum var Áki Mørk við 8 málum. Hjá VÍF fekk Sámal Joensen 8 mál.