Tá ið liðini fóru til hálvleiks í FTZ-dystinum í gjár, vísti máltalvan 14-11 til Neistan, men tá ið seinni hálvleikur byrjaði, vísti máltalvan 15-11.
Orsøkin var, at dómaraborðið hevði skrivað eitt mál til Neistan, sum ikki var komið á máltalvuna, og hóast eingin hevði mótmælt undir dystinum um nakað manglandi mál, so valdu dómararnir at fylgja dómaraborðinum og góðkenna umrødda mál
VÍF legði beinan vegin protest, og eftirfylgjandi hava vestmenningar fingið staðfest við hjálp av videoupptøkum, at Neistin fekk bara 14 mál í fyrra hálvleiki, og at dómaraborðið hevði skrivað eitt mál til Róa Berg Hansen hjá Neistanum, hóast hann ikki rakti málið í tí førinum.
Dysturin endaði 25-25, og tí hevur manglandi málið stóran týdning. VÍF fer at senda formliga kæru til HSF í dag, og sum skilst bendir alt á, at niðurstøðan verður, at liðini skulu spæla umdyst sínamillum.