Neistin og VÍF skulu spæla umaftur

Hóast tey í Neistanum fegnast um, at tað í kvøld eydnaðist monnum felagsins at vinna á H71, so fingu finaluvónirnar eitt lítið bakkast í kvøld.

Kappingarnevndin hevur nevnliga gjørt av, at dysturin móti VÍF - sum Neistin upprunaliga vann 38-37 - skal spælast umaftur.

VÍF kærdi um, at dómararnir høvdu ógyldað mál, sum Sámal Joensen skeyt dygst undan hálvleikssteðginum við beinleiðis tríggja-metra kasti.

 

Niðurstøðan hjá Kappingarnevndini er soljóðandi:

Vísandi til, at dómararnir í sambandi við fríkastið, ið varð dømt beint fyri hálvleik, tóku eina skeiva avgerð við ikki at lata VÍF taka fríkastið umaftur, og tað vísandi til úrslitið í dystinum ikki kann avvísast, at hendan skeiva avgerðin hevur havt avgerandi týdning fyri úrslitið á dystinum, hevur Kappingarnevndin avgjørt at geva VÍF viðhald í klagu síni, soleiðis at úrslitið á dysti nr. A134 millum Neistan og VÍF, tann 18. januar 2009 verður ógildað, og dysturin verður spældur av nýggjum.