Neistin og H71 eru framvegis greitt á FM-finalukós. Tað staðfesta úrslitini í FTZ-deildini í dag.
Neistin vann tryggan sigur á KÍF á heimavølli. H71 hevði sítt hoyggj við Team Klaksvík á heimavølli, men teir knógvaðu ein eittmálssigur heim. Á Skála kom Kyndil á sigurskós aftur við einum sigri á StÍF.
Úrslitini í FTZ-deildini í dag:
Neistin-KÍF 24-16 (14-9) Toppskjúttar: Neistin, Torkil Hentze, Høgni Zachariassen og Rasmus Søby, 4 mál hvør. KÌF: Jákup Trygvason 4 mál.
StÍF-Kyndil 29-33 (14-15) Toppskjúttar: StÍF: Pætur Johansen, 9 mál. Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson, 9 mál.
H71-Team Klaksvík 23-22 (9-10)
Støðan:










