Neistin mundi steðgað steypaliðnum

Neistin førdi eitt skifti við 5 málum, men teir gjørdust tó akkurát ov stuttir. Í staðin er StÍF í steypafinaluni fyri sjeyndu ferð á rað

Neistin-StÍF 28-27 (15-15)


StÍF hevur ikki verið til at steðga í steypakappingini síðstu árini. Seks ferðir á rað hava teir verið í steypafinluni, og tí vóru teir helst eisini favorittar undan seinna hálvfinaludystinum ímóti Neistanum. StÍF hevði eisini vunnið fyrra dystin inni á Skála við trimum málum, so undan dystinum høvdu strandingar annað beinið í finaluni.
Hetta merkir tó ikki, at Neistin ongan møguleika hevði. Teir fóru inn at spæla sín møguleika, og at enda vóru teir líka við at steðga steypaliðnum.
 
StÍF hevði munin
Frá byrjan av dystinum tóktist munurin ikki vera serliga stórur á liðunum. Tey fylgdust væl fyrstu løtuna, men so við og við tók StÍF yvir. Um miðjan fyrra hálvleik skoraðu teir fýra ferðir á rað, og so vóru teir á odda við trimum málum.
Spælið hjá teimum var tó ikki av tí besta, sum vit hava sæð frá strandingum. Teir gjørdu fleiri feilir, og álopsspælið koyrdi ikki nóg væl. Allíkavæl megnaðu teir stóran part av fyrra hálvleiki at halda Neistanum 2-3 mál aftanfyri seg.
Neistin var tó væl við at kalla alla tíðina, og teir vildu ikki sleppa strandingum. Móti endanum av hálvleikinum gav stríðið eisini úrslit. Síðstu fimm minuttirnar fekk Neistin fleiri mál, meðan verjan megnaði at steðga strandingum, so tá liðini fóru til hálvleiks stóð á jøvnum 15-15.
 
Neistin hevði annað beinið í finaluni
Høvdu strandingar verið heldur oman á í fyrra hálvleiki, so var gongdin vend eftir steðgin. Neistin legði fyri sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki. Teir spældu skjótan og góðan hondbólt, og hetta gav strandingum stórar trupulleikar.
Í verjuni hevði Neistin eisini gott tak á StÍF fyrsta løtuna, og tá 15 minuttir vóru farnir, hevði Neistin annað beinið í finaluni. Tá høvdu teir nevniliga lagt seg á odda við 5 málum, og eitt óvæntað úrslit lá í luftini.
Hesa løtuna gjørdu strandingar nógvar feilir, og teir fingu ikki rættiliga álopið at koyra. So við og við komu teir tó betur við í dystin. Teir sóu, at her mátti okkurt henda fyri at venda gongdini, og sum ikki einaferð eydnaðist StÍF at venda einum dysti í steypakappingini.
Tá 5 minuttir vóru eftir, stóð aftur á jøvnum millum liðini, og tá Neistin so fekk tvær útvísingar á rað síðstu løtuna, so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Neistin kláraði tó at halda StÍF aftanfyri og at vinna dystin við einum máli, men hetta var ikki nokk fyri at røkka steypafinaluni. Í staðin verður StÍF partur av finaluni í Coca Cola-kappingini hjá monnum fyri sjeyndu ferð á rað.
 
 
 
 
Fakta
 
Neistin-STÍF 28-27 (15-15)
Málskjúttar:
Neistin: Tróndur Kragesten 8, Blagoje Buha 5 (2), Carl Herup Olsen 4, Roar Dalsgarð 4, Áki Mørk 4, Birgir Poulsen 2, Jugoslav Djumic 1
StÍF: Finnur Hansson 10 (3), Leivur Justinusen 6, Jacob Jónsson 3, Bárður Danielsen 2, Mortan Hansen 2, Andre Danielsen 2, Borgar Danielsen 1, Bent Djurhuus 1
Brotskøst: Neistin 3, StÍF 3
Útvísingar: Neistin 2, StÍF 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen