Neistin millimetrar frá finaluni

Nú skuldi verið endaliga greitt, at Neistin verður annað liðið í hondbóltsfinalunum hjá kvinnum.

Heili tríggir dystir eru spældir í Hvonndeildini í dag. Meðan Kyndil vann tepran útisigur ímóti VB í Vági, so hava hini bæði liðini, ið eisini mynda oddin í deildini, Neistin og VÍF, verið í dysti í dag.

 

Ongin slingur var í valsinum hjá oddaliðnum í Hvonndeildini, Neistin, tá ið bláa høvuðsstaðarliðið spældi í Klaksvík ímóti Stjørnuni. Eftir hálvleiksstøðuna 13-9 til Neistan vunnu neistakvinnur ein rættiligan tryggan sigur áljóðandi 25-20.

 

Í Vestmanna var spenningurin størri, tá ið VÍF tók ímóti StÍF. Her var tað leingi útiliðið, StÍF, ið hevði munin. Í hálvleikinum var støðan 13-12 til StÍF, og tá ið 10 minuttir vóru eftir líktist tað framvegis einum sigri til strandingar. Um hetta mundið var StÍF nevniliga á odda 20-18. At enda gjørdi VÍF tó eitt rimmar hál, tí at tað vóru vestmenningar, sum hóast trupulleikar á vegnum, struku avstað við sigrinum. Endaliga úrslitið gjørdist 24-22 til VÍF.

 

Eftir dagsins úrslit er støðan í Hvonndeildini hendan:

 

1. Neistin 28 stig

2. Kyndil 22 stig 

3. VÍF 19 stig

4. Stjørnan 9 stig 

5. StÍF 8 stig

6. VB 6 stig

 

Neistin og StÍF hava spælt 16 dystir, meðan hini liðini hava spælt 15 dystir.

 

Dagsins úrslit merkja, at við bert einum sigri afturat hevur Neistin matematiskt tryggjað sær pláss í finalunum hjá kvinnum.