Neistin møtir Tjaldri


Í kvøld, mikukvøldið, tekur mansliðið hjá Neistanum ímóti Tjaldri í høllini á Hálsi í Havn. Neistin skal tryggja sær silvurmerkini og halda lív í evarska lítlu vónini um at fanga VÍF. Dysturin verður klokkan 20 í høllini á Hálsi.
Dysturin millum kvinnuliðini hjá Neistanum og Sóljuni, sum skuldi verið leiktur mikukvøldið, er útsettur til hósdagin. Hann verður ístaðin leiktur í Gundadalshøllini í Havn hóskvøldið klokkan 18. Orsøkin er, at vágakvinnur ikki sleppa aftur til Vágarnar mikukvøld.