Neistin kann fáa samband við oddin

Seinast feløgini hittust, endaði við javnleiki

Ein dystur verður í bestu mansdeildini í kvøld. Í Runavík fær botnliðið, Tjaldur, vitjan av Neistanum.

Heimaliðið liggur leyst í botninum, og lítið røkist fyri, at teir fara at vinna seg longur fram á stigatalvuni.

Runavíkingar hava ligið í botninum alt kappingarárið, og einasta liðið, teir hava fingið stíg ímóti í endaspælinum, er júst mótstøðuliðið í kvøld, Neistin.

Neistin liggur á fjórða plássi-tvey stig frá bronsuplássunum. Fær Neistin fulla úrtøku í kvøld hava teir samband við oddin. Seinastu dystirnir hjá Neistamonnum eru ímóti VÍF, STÌF og Kyndli, og tí er líkt til, at havnarfelagið hevur ein týdningarmiklan leiklut í, hvar meistaraheitið endar í ár.

Fyrst er tó dysturin ímóti Tjaldri á skránni, og vinna Neistamenn dystin er teir aftur við í stríðnum um heiðursmerkini.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 20.00