Neistin-KÍF beinleiðis á Rás2 í kvøld

Dysturin í FTZ deildini millum Neistan og KÍF byrjar klokkan 20 í kvøld

Í kvøld er ein dystur á skránni í FTZ deildini millum Neistan og KÍF.

 

Dysturin verður í høllini á Hálsi í Havn klokkan 20 í kvøld, og fer Tróndur Arge at siga beinleiðis frá dystinum. Claus Rasmussen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

Til ber at lurta eftir frásøgnini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og FM 98,7. Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo seinni í kvøld.

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71123242665819
2VÍF113242784615
3Kyndil133443311315
4KÍF10264260412
5StÍF13363363010
6Neistin11276282-610
7Team Klaksvík12254369-1151