Neistin hevur takið á Kyndli

Sætta landskappingardystin á rað eydnaðist Neistanum at vinna grannauppgerðina, og serliga vóru tað tveir fyrrverandi kyndilsleikarar, sum tryggjaðu sigurin

 

Jákup Mørk


Kyndil-Neistin 23-25 (13-15)


Tá Kyndil og Neistin hittast í manshondbólti, hevur tað aloftast verið soleiðis, at tað hava verið teir grønu, sum hava átikið sær leiklutin sum favorittar.

Eftir sætta Neistasigurin á rað tykist tað tó, sum um vend er um at koma í hetta.

Kyndilsmenn høvdu annars ivaleyst vóna, at tað aftur skuldi eydnast teimum at finna gamla stevið aftur, men hesum forðaðu fyrst og fremst tveir fyrrverandi liðfelagar fyri.


Svingandi

Jacob Jónsson og Lars Winther, sum báðir hava eina fortíð á kyndalliðnum, vóru teir báðir einstaklingarnir, sum høvdu størstu ávirkanina á dystin.

Neistin var tó á ongan hátt omaná allan dystin, tí eftir at tað hevði leikað javnt á fyrstu løtuna, tók Kyndil seg rættiliga fram miðskeiðis í hálvleikinum.

Neistin svaraði tó skjótt aftur, og tá tað samstundis stóð at kalla stilt hjá teimum grønu, leyp Neistin upp á eina tvey mála leiðslu áðrenn hálvleiksstegðin. Leiðslan kundi enntá verið trý mál, men dómararnir steðgaðu einum neistaálopi, tá teir skuldu geva Regini Petersen tveir fingrar. Ein hending, sum at enda kostaði Regini beinleiðis reytt, tá hann áhaldandi brúkti seg móti teimum báðum í svørtum.


Kortspæl

Við einum manni í yvirtali skundaði Neistin sær at útbyggja leiðsluna, tá annar hálvleikur byrjaði, og í bakspeglinum kann ein kanska siga, at hendan løtan var avgerandi fyri dystin.

Kyndil megnaði móti endanum av dystinum at nærkast Neistanum aftur, men líkt var til til, at takið kostaði ov nógvar kretir, og so kundi Neistin aftur toga seg frá.

Eitt, sum sermerkti dystin, var annars, at fleiri av leikarunum tóktist sera heitir, og ofta kom tað til skarpskeringar við bæði mótleikarar og dómarar.

Umframt reyða kortið til Regin fekk eisini Kári Mortensen beinleiðis reytt, meðan Hans Áki varð parkeraður á beinkin, eftir at hann tríggjar ferðir hevði sæð teir báðar fingrarnar hjá dómaranum.

Sum nevnt omanfyri, so vóru tað serliga teir báðir fyrrverandi kyndilsmenninir, Jacob og Lars, sum slóðaðu fyri neistasigrinum.

Lars framdi eina røð av góðum bjargingum, og tók millum annað nøkur brotskøst í avgerandi støðum, meðan Jacob stýrdi tí mesta, tá Kyndil fór í álop.

Samanspælið við Elmar Ósá, sum var á linjuni, riggaði til tíðir sera væl, og var eingin maður at spæla til, so royndi íslendingurin seg sjálvur, og úrslitið var nett hitt sama.


Skjúttarnir mangla

Hjá Kyndli var tað einamest Jens Skipagøta í málinum, sum stóð seg væl, men hann fekk tó sera lítla hjálp frá liðfeløgunum.

Jónleif Sólsker og Bjarni Wardum, sum annars vóru toppskúttarnir hjá Kyndli, komu ongantíð veruliga í gongd, og kanska er hetta størsti trupulleikin hjá Kyndli. Nevnliga at tað er ov tunnligt við bakspælarum. Bjarni er ein avbera góður skjútti, men tað tykist, sum ov stór ábyrgd er á hansara herðum í so máta.

Heldur ikki tykist tað rætt, at Jónleif verður noyddur at royna so nógv sjálvur, tí evni hansara sum spælskipari munnu vera millum tey bestu í landinum.

Skal Kyndil ikki fella heilt burtur í FM-stríðnum, longu áðrenn tað er byrjað, er alneyðugt, at okkurt verður gjørt við henda trupulleika sum skjótast. Spurningurin tykist tó vera, hvaðani loysnin til hetta skal koma.

At felagið hevur alt nógvar frægar skjúttar hjálpir lítið, tá hesir ikki eru tøkir hjá felagnum.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Bjarni Wardum 7, Jónleif Sólsker 6 (4), Janus Einar Sørensen 4, Regin Petersen 2, Heini Bentsen 2, Uni Wardum 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1

Neistin: Jacob Jónsson 6, Kári Mortensen 4, Elmar Ósá 4, Helgi Justinussen 4(3), Áki Mørk 3, Ári Rouch 3, Regin Didriksen 1

Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 4

Útvísingar: Kyndil 6, Neistin 6

Diskvalifikatión: Kyndil 2 (1 beinleiðis og ein 3*2 minuttir), Neistin 1 (beinleiðis reytt)