Hondbóltur: Føroyameistarar í 2008. Steypavinnarar í 2009. Greipuvinnarar í 2010.
Neistin hevur myndað føroyska hondbólt seinastu trý árini. Besta mansliðið hevur vunnið fýra gullheiðursmerki seinastu trý árini. Tað kann væl lýsast sum eitt bragd.
Men nú fyrireika greipuvinnararnir seg til framtíðina. Longu í 2002 vóru fyrstu stigini tikin at byggja egna ítróttarhøll, og góð átta ár seinni varð farið undir arbeiðið við Landavegin.
Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býra, rósar eisini stóra arbeiðinum hjá felagnum í einum blaði hjá Neistanum, sum varð borið út í hvørt heim í farnu viku.
– Tað er óhoyrt í okkara tíð, at eitt ítróttarfelag av sínum eintingum kemur við fleiri miljónum til eina slíka bygging, og ikki minni áhugavert er tað, at felagið er hugað at byggja í vesturbýnum, har ítróttarhús vanta, skrivar Jógvan Arge.
Neistin letur slakar sjey milliónir krónur til hallararbeiði. Tórshavnar kommuna hevur játtað 7,25 milliónir til arbeiðið. Høllin kostar í alt 22 milliónir krónur, og seinastu milliónirnar eru framvegis ikki komin til høldar, skrivar Neistablaðið.










