Hondbóltur: Teir næstbestu hjá H71 vóru bara við eina lítla løtu, og so struku verandi greipuvinnararnir úr Neistanum avstað og vunnu 30-27 eftir 18-13-hálvleiksleiðslu. Hetta er fjórða ferðin á rað, at menninir hjá Neistanum vinna steypakappingina
Tað merkisverda við hesi steypafinaluni var, at annað liðið var eitt lið úr næstbestu deildini. Nevniliga H71 1, sum tó við royndum leikarum sum Halgiri Dahl Olesen og Esberni Patursson frammanundan hevði staðið seg óvæntað væl í kappingini og eitt nú sendi suverena oddaliðið í landskappingini, KÍF, út í hálvfinaluni. Tað var eyðsæð á áskoðaraplássunum, at hondbóltshoyvíkin í løtuni livir góða lívið og vóru fjepparar teirra við til at vinna á fjepparum Neistans, hvat larmi viðvíkur.
Neistin var undan finaluni í sigurskreppu og hevur seinastu smáu tveir mánaðirnar bara vunnið ein út av sjey dystum í lands- og steypakapping. Hetta var eitt gylt høvi hjá teimum at venda gongdini, men skuldi tað neyvan vera lætt ímóti teimum næstbestu hjá H71, sum hava staðið seg óvæntað væl og - sum nevnt - eitt nú knógvaðu KÍF í hálvfinaluni.
Óvætað byrjan
Tað var eisini H71, sum helt fram við at gera tað óvæntaða – í øllum førum ta fyrstu løtuna. Teir løgdu seg nevniliga á odda 2-0 áðrenn neistamenn høvdu vent sær, men so tóku teir bláu sær um reiggj og javnaðu til 2-2 við tveimum skjótum málum. Tað vóru serliga skjúttarnir hjá liðunum báðum, Heini Hanusarson og Finnur Hansson fyri Neistan og Halgir Dahl Olesen og Esbern Patursson fyri H71, sum gjørdu vart við seg fyrstu løtuna. Serliga var tað ein stórspælandi Finnur Hansson, sum við góðum fríspælingum og skotum syrgdi fyri, at Neistin dróg eitt sindur frá eftir lítlari løtu og kom á odda 6-4.
H71 var væl við alla tíðina og serliga í støðugu hóttanini, Halgiri Dahl Olesen, vóru teir við til at leggja trýst á Neistan, sum tó seinastu løtuna vísti klassan, skoraði nøkur skjót og – at síggja til – løtt mál og síðani slapp til hálvleiks á odda 18-13.
Leiðslan helt sær
Við fimm málum á odda lá væl fyri hjá Neistanum at spæla frítt og fáa sítt spæl at koyra, sum – tá ið væl gongur – helst er hitt besta í landinum. Til tíðir vístu teir eisini hetta, men so gingu aftur stórar løtur í tómgongd, og um H71 hevði verið avgjørdari, kundu teir etið seg nøkur mál inn aftur á Neistan, sum tó – líkamikið hvat og hvussu – allatíðina megnaði at halda seg fimm mál á odda.
Tá ið álopsspælið hjá H71 steðgaði á, vóru teir bláu kvikir sum køttar at sekta hoyvíkingar við góðum mótálopum. Tað, at H71 inn ímillum megnaði at vinna seg nøkur fá mál frá Neistanum – eina løtu sentimetrar frá at minka niður í tvey mál – men tó lovydi Neistanum nøkur løtt mál, tóktist at vera ein sálarligur smeitur fyri leikararnar hjá H71, sum í longum løtu fóru niður í støði..
Neistin helt fast í hesi afturvendandi fimm máls leiðsluni allan seinna hálvleik á tamb og tað fór at styttast við tíð hjá H71, og hóast teir at enda pyntaðu um munin niður í trý mál, so var veruleikin, at sigurin hjá Neistanum ongantíð var í vanda og við uppibornum 30-27-sigri kunnu menninir hjá Neistanum nú fjórða árið á rað kalla seg steypavinnarar.
Undangongumenn
Hjá Neistanum var tað serliga Finnur Hansson, sum bant álopspartin væl saman, og dystin á tamb hevði ótrúlig evni at vita og merkja nær hann skuldi spæla bóltin og nær hann skuldi skjóta. Evnini at taka skjótar avgerðir skaraðu av álvara framúr, og varð hann eisini eftir dystin kosin dagsins maður hjá steypavinnarunum.
Hóast aldrandi og givin á hægsta støði, var Halgir Dahl Olsen hjá H71 ein fragd fyri hondbóltsglaða áskoðaran. Hann prógvaði, at tað framvegis er bæði styrki og neyvleiki í einum hinum besta skotarminum, ið Føroyar hava sæð, og við sínum ikki færri enn 12 mál gjørdist hann dagsins leikari hjá silvurvinnarunum.
Neistin – H71 30-27 (18-13)
Neistin: Finnur Hansson (7) Heini Hanusarson (6) Áki Mørk (4) Josef Abrahamsen (4) Tummas Pauli Hanusarson (2) Heini Ragnarsson (2) Jákup Hentze Apol (2) Daniel Hansson (1) Jugoslav Djumic (1) Jón Ludvig (1)
Útvísingar: 5x2min.
H71 1: Halgir Dahl Olesen (12) Esbern Patursson (4) Poul Kjartan Dam (4) Sigmundur Nolsø (3) Rúni V. Højgaard (2) Hallur Biskopstø (1) Rógvi Sørensen (1)
Útvísingar: 2x2min.