Neistin er aftur oddalið

Tær bláu greiddu sína skyldu og vunnu stórt í høllini á Hálsi í kvøld.

Ein dystur hevur verið í Hvonndeildini í kvøld. Hann var í høllini á Hálsi, har tað eina av oddaliðunum, Neistin, hevði vitjan av StÍF.


Gestirnir vóru væl við tað mesta av fyrra hálvleiki, men eftir hálvleiksstøðuna 12-9 til Neistan, skrædnaði fullkomiliga í seinna hálvleiki. Neistin vann dystin 28-15.


Marjun Danberg var ein sannur einmansherur hjá Neistanum í kvøld. Við sínum 14 málum skeyt hon helvtina av málunum hjá teimum, meðan Guðrið Poulsen var toppskjútti hjá StÍF við fimm málum.


Við sigrinum í kvøld er Neistin aftur einsamalt oddalið við 14 stigum, sum er tvey stig frammanfyri Kyndil. StÍF er næstaftast við trimum stigum.