Hondbóltur
Sum vit skrivaðu her í blaðnum fyri einum mánað síðani, var samband millum Neistan og Claus Rasmussen um venjarastarvið komandi kappingarár. Nú eru partarnir komnir ásamt um eina avtalu, og hon verður væntandi undirskrivað seinni í mánaðinum.
Eingin Oros
Formaðurin í Neistanum, Jón Kragesteen, sigur, at teir hava gjørt eina munnligu avtalu við Claus Rasmussen, ið skal taka sær av mansliðnum.
- Vit hava ikki skrivað undir enn, men hann kemur til Føroya 20. apríl, og tá er ætlanin at skriva undir, sigur Jón Kragesteen.
Danin er í løtuni venjari hjá einum kvinnuliði á Falster, og hann er giftur við føroysku Guðrun Horn úr Havn, sum hevur sínar røtur í Neistanum.
Viðvíkjandi spurninginum um leikarahópin komandi ár sigur Jón Kragesteen, at har er ikki so nógv komið upp á pláss enn.
- Tað er tó greitt, at Damir Oros kemur ikki aftur. Hinir báðir útlendingarnir, Blagoje Buha og Zelkjo Jotic, verða kanska við. Jota verður undir øllum umstøðum málmansvenjari í felagnum, meðan tað er meiri ivasamt, um hann fer at spæla eisini. Jota er farin um tey 40, og hann hevur eitt ógvuliga krevjandi kropsligt arbeiði, ið ger, at orkan til at spæla hondbólt ikki er serliga stór, greiðir Jón Kragesteen frá.
Vilja fegin hava Inga at halda fram
Spurningurin, um hvør ið skal venja kvinnurnar, er enn ikki avgreiddur, men Jón Kragesteen dylur ikki fyri, at felagið gjarna vil hava Inga Olsen at halda fram í starvinum.
- Ingi hevur ikki tikið støðu enn. Hann skal skurðviðgerast mitt í hesum mánaðinum, og um úrslitið av skurðviðgerðini verður, at hann ikki kann spæla sjálvur meiri, so hava vit kanska ein venjara til kvinnurnar, sigur Jón Kragesteen og leggur afturat, at hann sjálvsagt vónar, at tað gongur Inga væl við skurðviðgerðini.










