Stórskjúttin hjá Neistanum, ið skoraði 132 mál í farna kappingarári, skal til Danmarkar til alskyns royndarvenjingar. Tað váttar hann í samrøðu við in.fo.
Talan er um 20 ára gamla vinstra vongin, Rói Berg Hansen, ið fer at royna eydnuna uttanlands. Í august skal hann royndarvenja við heili fýra donskum feløgum.
- Feløgini, ið eg skal royndarvenja við, eru Skanderborg, Odder, Skovbakken og HEI, sigur Rói Berg Hansen.
HEI og Skovbakken spæla í triðbestu hondbóltsdeildini í Danmark, meðan Odder spælir í næstbestu. Skanderborg, sum eisini er fyrrverandi felagið hjá Jóhan á Plógv Hansen, spælir í bestu deildini.
Rói Berg Hansen fortelur, at tað er bretskt/danski venjarin hjá Neistanum, Scott Harrington, ið hevur fingið royndarvenjingarnar í lag.
Sum tað tó er við nógvum øðrum í lívinum, so má ymiskt veljast frá onkuntíð. Rói Berg ætlaði sær at fara til Mallorca at ferðast í juli mánaði við nógvum vinfólki, men hann hevur valt ferðina frá, tí at hann ikki metir, at hann kann halda sær í nóg góðum formi á fjarskotnum breiddarstigum.
- Eg skuldi á eina tvær vikur langa feriu í Mallorca við vinfólkum, sum eg tíverri mátti avlýsa. Orsøkin er, at tíðin frá tí, at eg komi heimaftur, til eg skal niður at royndarvenja, er ov stutt til eg kann koma í form aftur, sigur Rói Berg Hansen.
Rói Berg Hansen fer niður 2. august, tá ið royndarvenjingarnar eru á skránni. Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann royndarvenur uttanlands. Í fjør var hann og royndarvandi við Team Køge, sum spælir í næstbestu deildini.










