Tá kvinnuliðini hjá Neistanum og GÍ/Tjaldrinum møttust í ítróttarhøllini á Hálsi í 2. umfari av landskappingini, var Neistin stórfavorittur, men tá avtornaði var munurin at enda ikki størri enn eitt mál.
Neistakvinnur vóru avgjørdar um, at hetta skuldi ikki henda aftur, tá liðini hittust aftur sunnudagin, hesaferð í høllini í Runavík. Og havnarliðið beindi eisini allan iva til viks beinanvegin og vann at enda so trygt sum 27-17.
Samansetta liðið hjá GÍ og Tjaldrinum fekk bert eitt mál fyrsta korterið av dystinum, og tá var Neistin longu komin upp á sjey, so tað var beinanvegin greitt, at hetta fór at gerast ein trupul uppgáva hjá heimaliðnum.
GÍ/Tjaldrið kom meira við móti endanum, og hálvleiksstøðan var 13-8 til Neistan. Eitt skifti vóru Neistakvinnur á odda 13-5, men einu løtuna móti endanum av fyrra hálvleiki høvdu tær heilar tríggjar spælarar útvístar í senn, og tað gjørdi GÍ/Tjaldrið sær dælt av og fekk trý mál hesa seinastu løtuna.
Í seinna hálvleiki var tað framvegis Neistin, sum hevði yvirvágina og tók seg upp á 17-10, men so kom stígur í. Eysturoyarliðið át seg støðugt inn á havnarliðið, og upp á fimm minuttir var leiðslan hjá Neistanum minkað niður í 17-15.
Nú lá dysturin og vippaði, men so fingu Neistakvinnur um endan aftur, og at enda vunnu tær 27-17.
Nógvir skaðar
Venjarin hjá Neistanum, Páll Poulsen, var sjálvandi væl nøgdur við sigurin, men hann kundi ikki vera nøgdur við teir fimm minuttirnar av seinna hálvleiki, tá GÍ/Tjaldrið tók seg fimm mál inn á Neistan, og Neistakvinnur vóru um at blaka tryggu leiðsluna burtur.
? Vit gjørdu nakrar royndir, tá vit vóru so langt frammanfyri, men tað eru sum heild framvegis ov nógvir feilir í kvinnuhondbólti, heldur Páll.
Kvinnuliðið hjá Neistanum hevur verið nakað skert, tí lyklaspælarin Inga Danberg bleiv skadd undir venjing, áðrenn kappingin byrjaði. Heidi Harviken, sum hevur tikið nógva ábyrgd á seg í ár, breyt nøsina herfyri, men spældi eitt sindur sunnudagin. Tað gjørdi Katrin á Neystabø hinvegin ikki, tí hon eisini hevur skaða at dragast við.
? Tað kom illa við, tá Inga bleiv skadd, tí allar fyrireikingarnar, vit høvdu gjørt undan kappingini, blivu nú til fánýtis, sigur Páll Poulsen, sum ikki dylur fyri, at ætlanin alla tíðina hevur verið, at ein stórur partur av spælinum hjá Neistanum skal byggjast upp rundan um hana.
? Nøsin hjá Heidi hevur ikki fest seg heilt aftur enn, men hon tordi kortini at spæla sunnudagin og var nógv við í seinna hálvleiki. Men vit kundu spara Katrin hesaferð, og tað kom væl við, sigur Neista-venjarin.
Nú er Inga Danberg við aftur, og sunnudagin skeyt hon fimm mál. Tá dystarvenjingin er komin aftur, verður Neistin enn vandamiklari, og við gongdini, sum er í løtuni, sær tað út til, at tað verða Neistin og Kyndil, sum fara at kappast um gullið í ár. Har kann Inga Danberg fáa ein avgerandi týdning, ikki minst tí Heidi Harviken neyvan verður við alt kappingarárið.
GÍ/Tjaldrið slapp ikki av niðasta plássinum, sum tær kappast við VB um at sleppa undan. Bæði liðini hava vunnið hvør sín dyst móti hvørjumøðrum, og nú StÍF sær út til at vera komið nøkulunda fyri seg, er greitt, at botnstríðið í ár verður millum hesi bæði liðini.